Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Árni: Vit vísa ein ótrúliga góðan hugburð

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Regin Sivertsen siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í dystinum KÍ-NSÍ 3-2 (1-2), har NSÍ eitt skiftið var á odda 2-0. Hoyr Regin taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við 3-2 málskjúttan hjá KÍ, Árna Frederiksberg og 2-0 málskjúttan hjá NSÍ, Petur Knudsen. Árni staðfestir, at KÍ vísir ein ótrúliga góðan hugburð, teir vóru aftanfyri 2-0, men stríða seg til ein 3-2 sigur. Petur Knudsen er vónbrotin, at tað ikki eydnaðist hjá NSÍ at halda fast aftaná ta góðu byrjanina.

Mynd: Trygvi Absalonsen