Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Týskari heiðurslimur í enska Dómarafelagnum

Tað er mangan rokaligt, tá Liverpool spælir. Hava enska Dómarafelagið og Klopp funnið ein haldgóða loysn?

Enskir miðlar hava í dag kunngjørt, at Jürgen Klopp skal vera lívslangur heiðurslimur í dómarafelagnum. Tað er væl kent, at Jürgen Klopp hevur havt eitt sera umstrítt samband við dómarar undir fótbóltslívsleiðini, men báðir partar ynskja á hendan hátt at vísa á, at virðingin gongur báðar vegir. Howard Webb sigur, at Klopp hevur lovað at virkað sum sendiharri fyri allar dómarar og hjálpardómarar, og hevur skrivað undir uppá, at hann ikki skal finnast at dómarum eftir dystirnar.

Spurningurin er so, um útnevningin verður jalig fyri Liverpool og Klopp, sum hava fingið so nógvar dómaraavgerðir ímóti sær í kappingarárinum. Hildið verður, at í øllum førum fer at valda meira friður á venjarabonkinum hjá Liverpool.

Hildið verður fyri vist, at Jürgen Klopp fer ikki at skifta venjarabúnan út við dómarabúnan, tá hann steðgar í Liverpool í summar.