Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jürgen Klopp gevst eftir hetta kappingarárið

Heimasíðan hjá Liverpool kunnger í dag, at Jürgen Klopp hevur tikið avger um at gevast sum Liverpool-venjari, tá hetta kappingarárið endar

Pílarnir hjá Liverpool peika uppeftir í løtuni, men í morgun komu keðilig tíðindi fyri øll Liverpool-viðhaldsfólk.

Jürgen Klopp sigur í dag, at hann fer úr felagnum eftir hetta kappingarárið. Tað sigur týskarin í samrøðu við almennu heimasíðuna hjá Liverpool.

– Eg skilji væl, at hetta er eitt sjokk fyri nógv fólk í løtuni, men eg skal royna at greiða frá mínari avgerð.

– Eg elski alt við hesum felagnum, alt við býnum og alt við okkara viðhaldsfólkum. Eg elski hetta liðið, elski øll starvsfólkini her – eg elski absolutt alt. Men eg havi tikið hesa avgerð, tí eg haldi, at tað er tað rætta at gera.

– Eg kenni á mær, at eg eri so smátt við at brenna út. Tað er ikki ein trupulleiki júst nú, men eg havi vitað nú í eina tíð, at eg mátti siga hetta upp á eitt tíðspunkt, men tað gongur fínt júst nú. Eg veit, at eg ikki kann gera hetta umaftur og umaftur.

– Eftir øll hesi árini saman, vit hava havt saman, og alt vit hava verið ígjøgnum saman, so er mín virðing fyri tykkum bara vaksið og vaksið. Kærleikin er vaksin, og tí skyldi eg tykkum at siga sannleikan – og hetta er sannleikin.

Í samrøðuni kemur eisini fram, at felagið hevur vitað hetta síðan november í fjør.

Klopp gjørdist venjari hjá Liverpool í oktober í 2015, og tá var ætlanin, at Liverpool aftur skuldi gerast ein maktfaktorur heima í Onglandi, men eisini uttanlands, og tað kann ein sanniliga siga, at tað hevur hann nátt sum mál hesi átta og eitt hálvt árini, hann hevur staðið við róðrið.

Les eisini...  Landsliðs prát Sølvi Vatnhamar

Undir hansara leiðslu hevur Liverpool vunnið Premier League, Champions League, FIFA World Cup, FA Cup, League Cup og UEFA Super Cup umframt FA Community Shield.

Tað er eisini greitt, at hansara hjálparfólk Pep Lijnders, Peter Krawietz og Vitor Matos eisini fara úr felagnum eftir hetta kappingarárið.

Samrøðan sæst her: