Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

07 Vestur-EB/Streymur 4-2 (1-1) – Hoyr ársins mál, samanumtøku og samrøður við Sonna Ragnar Nattestad og Bergur Poulsen

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá teimum seks málunum, ið vóru skotin í minniliga dystinum 07 Vestur-EB/Streymur 4-2 (1-1) á Dungasandi í Sørvági, har 4-2 málið hjá Emil Pedersen, ið smekkaði til bóltin frá næstan 70 metrum var ógloymandi gott. Hoyr Jóhan taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Sonna Ragnar Nattestad, ið spældi sín fyrsta dyst fyri 07 Vestur hetta kappingarárið, og samrøðuna Trygvi gjørdi við Bergur Poulsen, ið skoraði bæði málini hjá EB/Streymi.

Mynd: Trygvi Absalonsen