Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool sending nr 134

Liverpool fingu 3 ekstrem viktig stig ímóti Brighton, sum sendur okkum upp á 1. plássið, eftir at Arsenal og Man City deildust um stigini.

Salah spældi ein svingandi dyst, men var í síðsta enda sigursharrin. 32 mál/assist hetta kappingarárið í 30 dystum, nakað sum vit eru von við at síggja frá honum. Vit fara at dekka nógv av dystinum millum Liverpool og Brighton og vit fara eisini at dekka eitt sindur av Man City vs Arsenal (Zzzzzz.) og hyggja eftir programminum hjá øllum trimum toppliðum.

Alonso heldur fram sum venjari í Bayer Leverkusen, sum tvingar Liverpool at søkja aðrar leiðir. Amorim, Nagelsmann og De Zerbi eru uppá tal. Men hvør venjari passar best inn í Liverpool?