Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lutakast á Dungasandi í kvøld

Í kvøld verður greitt, hvussu liðini møtast í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið

Felagshúsið hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági verður í morgin (týsdagin 2. apríl, skriv.) karmur um lutakastið til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið.

Fimtan lið verða í bollanum, og tá dysturin í Betrideildini hjá monnum millum 07 Vestur og EB/Streym er liðugur, verður farið undir lutakastið, ið verður sent beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Lutakastið verður skipað á tann hátt, at fyrsta liðið, ið verður trekt, fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan hini liðini verða trekt sum vanligt. Dystirnir í 1. umfari um Løgmanssteypið verða spældir 24. og 25. apríl.

Finalan í steypakappingini hjá monnum í fjør, sum var millum B68 og HB, og sum HB vann 5-3, bleiv avgjørd við brotssparkskapping, eftir at tað stóð á jøvnum 0-0 aftaná 120 minuttir.

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF