Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jarðskjálvti í Taivan: Fólk fangað í koppaðum bygningum

Sjey eru funnin deyð, eftir at ein jarðskjálvti rakti Taivan tíðliga í morgun, upplýsir stjórnin í landinum. Yvir 700 eru løstaði

Fólk eru fangaði í koppaðum bygningum í býnum Hualia í Taivan, eftir at ein jarðskjálvti, máldur til at vera 7,4 á richterskalanum, rakti landið tíðliga í morgun.

Tað skriva miðlar í Teivan, sambært tíðindastovuni Reuters.

Fyribils eru sjey fólk funnin deyð, meðan 711 fólk eru løstaði í skjálvtanum.

Eisini hava myndugleikarnir ávarað um flóðaldu í Taivan, men ávaringin er eisini fyri Okinawa-oyggjarnar í Japan og Filipsoyggjarnar, skrivar Reuters.

Stjórin fyri geologisku miðstøðini í Taipei, Wu Chien-fu, sigur, at hetta er ógvisliga jarðskjálvtin, ið hevur rakt Taivan í 25 ár.

Í høvuðsstaðnum Taipei hava tað verið yvir 50 eftirskjálvtar, sigur veðurtænastan í Taivan, og minst 26 bygningar eru koppaðir.

Í Teivan eru umleið 10.000 húsarhald uttan streym, upplýsir landsins tíðindastova, sambært The Guardian.

Størsti flogvøllurin í Okinawa, Naha Floghavn, hevur í dag upplýst, at øll flogfør eru avlýst vegna ávaringina um flóðaldu.

Miðstøðin fyri flóðalduávaring í Kyrrahavinum, PTWS, skrivar á heimasíðu sínari seinni í morgun, at tað ikki longur er flóðalduávaring, skrivar AFP.

/ritzau/

(Mynd: EPA-EFE)