Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36-varpið nr 9 – Samrøða við Jákup Mørk um søguna hjá B36 í nýggjari tíð

Í samband við, at B36 fylti 88 ár í seinasta mánað, so verður B36-søgan til umrøðu í B36-Varpinum í tveimum pørtum. Fyrri parturin snýr seg um 90-ini og fram til í dag, har Jákup Mørk er gestur í varpinum

Gestur hjá Ronnie Thomassen í B36-varpinum hesa ferð var Jákup Mørk, fyrrverandi spælari, formaður og nevndarlimur hjá B36.

Jákup Mørk hevur eisini skrivað eina bók um søguna hjá B36.

Farna hósdag, 29. mars, rundaði B36 tey 88 árini, og Ronnie og Jákup umrøddu søguna hjá B36 í nýggjari tíð.

Komandi hósdag verður eldri parturin av søgu felagsins til umrøðu í B36-Varpinum.