Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

A-landsliðið kvinnur: Stór uppgáva á Kreta

Í dag fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móti Grikkalandi, sum í løtuni er nummar 60 á FIFA listanum

Tað er nummar 60 á styrkislistanum hjá FIFA, ið tekur ímóti nummar 110, tá Grikkaland og Føroyar trína á Theodoros Vardinogiannis leikvøllin á Kreta í dag, fríggjadagin 5. apríl, klokkan 18, sum er klokkan 20 lokala tíð í Grikkalandi.

Talan er um fyrsta dystin í nýggju EM-undankappingini, og umframt Føroyar og Grikkaland, eru Montenegro og Andorra eisini í bólkinum.

Føroyski hópurin kom til Kreta seinnapartin týsdagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni, sum hava verið í góðum umstøðum, og í góðum veðri, samanborið við kuldan og kavan í Føroyum.

EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 9. apríl, tá okkara kvinnur møta Montenegro á Gradski Stadion í Podgorica.

A_Kvinnur_Venjing_03-04-2024_2000-01

A_Kvinnur_Venjing_03-04-2024_2000-02

A_Kvinnur_Venjing_03-04-2024_2000-03

A_Kvinnur_Venjing_03-04-2024_2000-04

A_Kvinnur_Venjing_03-04-2024_2000-05

Myndir: Jakoba Svensdóttir/FSF

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF