Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvøldseta: Hanus Kamban um antisemitismu

Hendan mánaðin verða tríggjar kvøldsetur við Hanusi Kamban á skránni, har hann fer at greiða eitt sindur frá, hví hann hevur skrivað bók um evnið “antisemitismu”. Í kvøld verður fyrsta kvøldsetanin á skránni í bókasavninum við Løkin

Í fjør gav Hanus Kamban út bókina ‘Antisemitisma, frá um ár seksti til 1945’. Enn í dag er evnið bæði eldfimt og viðkomandi og rithøvundurin fer at seta sjóneykuna á evnið við trimum kvøldsetum, har tann fyrsta verður í kvøld á bókasavninum við Løkin.

Hanus fer greiða frá, hví hann hevur skrivað bókina, og hvussu og nær áhugin fyri jødum og antisemitismu varð vaktur.

Verkið fevnir um eitt langt tíðarskeið í søguni og snýr seg fyri stóran part um forfylging, kúgan og dráp av jødunum. Rithøvundurin varpar her ljós á støðuna undir seinna heimsbardaga og ta rørslu, sum gjørdi hesa hending møguliga. Í seinasta kapitli í bókini greiðir høvundurin frá, hvussu ísraelskir demokratar í hesum døgum stríðast fyri at bjarga landsins sál undan einum mannvondum høgraráki.

Eisini fer hann at taka fram nøkur áhugaverd brigdi í bókini – eitt nú krossferðirnar, svartadeyða, Luther, nationalismuna, og søguna um Lessing og Nathan hin Vísa.

Eftir ein kaffisteðg verður høvið at skifta orð og seta spurningar.

Kvøldseturnar verða á bókasavninum við Løkin í kvøld, hóskvøldið 4. apríl, í Dansistovuni í Funningi 9. apríl og í skúlanum í Oyndarfirði tann 25. apríl.

Tað er ókeypis atgongd, og til ber eisini til at keypa bókina, skrivar heimasíðan hjá Løkshøll.