Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvær føðingardagssendingar á skránni í B36-Varpinum

Tann fyrra verður send í dag klokkan 16

Eftir at hava verið í páskafrí, verður B36-Varpið aftur at hoyra á FM1 í dag klokkan 16.

– Felag okkara fylti 88 ár í seinastu viku, og í tí sambandi fara vit at senda tvær føðingardagssendingar. Tann fyrra kemur í dag, har Jákup Mørk er gestur. Umframt at hava verið bæði formaður og nevndarlimur í eitt longri áramál, hevur Jákup eisini skrivað eina bók um nýggjaru søguna hjá felagnum. So hann hevur ovmikið at siga frá, skrivar verturin, Ronnie Thomassen í einari dagføring.

B36-Varpið er at hoyra hósdag klokkan 16 á FM1. Sendingin verður endursend sunnudagin klokkan 13, og liggur somuleiðis á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.