Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan var ein biltúr í Vágum

Tríggjar bøtur vórðu skrivaðar

Nógvur kavi er komin niður í støðum, men løgreglan hevur ikki fingið nakra fráboðan um hálkuskaðar í morgun.

Í gjár var løgreglan ein biltúr vesturi í Vágum, og har blivu tríggjar bøtur skrivaðar.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 101 kilometrar um tíman, har tað bert er loyvt at koyra 80 kilometrar, so tað verður til eitt klipp í koyrikortið hjá viðkomandi, umframt eina bót, og so fekk ein bilførari bót fyri at brúka hondhildna telefon, meðan hann koyrdi.

Eisini tók løgreglan ein ungan førara av einum lítlum prutli, tí viðkomandi bleiv máldur til at koyra 58 kilometrar um tíman, men hesi prutl hava bert loyvi at koyra 30 kilometrar um tíman. Men tá løgreglan hugdi nærri eftir hesum prutli, so sást, at hetta var eitt tunað prutl, so tí varð plátan tikin av prutlinum, og tá er vanligt, at prutlið skal til sýn, áðrenn tað kann koyra aftur á alfaravegi.