Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U19-kvinnurnar megnaðu javnleik móti Turkalandi

– Hetta var heilt framúr, sigur føroyski landsliðsvenjarin hjá U19-kvinnum, Pætur Clementsen

– Vit vistu at mótstøðan fór at vera sterk, og soleiðis var eisini. Men vit høvdu fyrireikað okkum væl, og enn eina ferð vístu okkara gentur, hvørjar fótbóltsdygdir búgva í teimum. So hetta var ein heilt framúr byrjan upp á kappingina.

Tað sigur Pætur Smith Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá FSF, sum seinnapartin í gjár, mikudagin, megnaði at spæla javnleik 1-1 í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Turkalandi.

Umframt Føroyar og Turkaland, ið eisini er vertur fyri undankappingini, er Armenia eisini við í kappingini.

Turkaland kom á odda tá lítil hálvur tími var spældur, men beint fyri steðgin javnaði Anna Carolina Brændstrup fyri Føroyar. Fleiri mál komu ikki, hóast turkisku álopini skolaðu yvir føroysku verjuna seinastu løtu av dystinum.

Eftir dystir kundu genturnar, venjarar og hini í toyminum fegnast um eitt stig ímóti einum góðum turkiskum liði.

– Sum heild eydnaðist tað mesta, ið vit høvdu avtalað framman undan, samstundis sum avrikið var heilt framúr gott. Nú ræður um at taka hetta við okkum til næsta dyst, tí tað er aftur ein stór uppgáva, sigur Pætur Smith Clementsen.

Annar dysturin í EM-undankappingina verður leygardagin 6. apríl klokkan 14, tá føroyska liðið møtir Armenia.

Pætur Smith Clemetnsen, høvuðsvenjari hjá U19-landsliðnum við gentum (Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir/FSF)

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF