Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bilførarar duga illa at brúka rundkoyringina við Gerðisvegin í Saltangará

Sjey bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri ikki at koyra eftir forskriftunum í rundkoyringini

– Ein bilførari, ið til dagliga koyrir á Gerðisvegnum, heitti á okkum um at koma og halda eyga við ferðsluni við rundkoyringina við Gerðisvegin í Saltangará. Hetta, tí fleiri bilførarar hava tað fyri at koyra styttra vegin runt í rundkoyringini – og harvið koyra øvuta vegin og ímóti ferðsluni – fyri at koma niðan á Leitisbrekku, og tí fóru vit inn har gjáramorgunin at gera ferðslukanningar á staðnum.

Nakað soleiðis greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun í samband við, at løgreglan, eftir áheitan, gjørdi ferðslukanningar við rundkoyringina á Gerðisvegnum í Saltangará.

Tað gekk heldur ikki rúm tíð, so var fyrsta málið skriva niður, tá ein bilførari valdi styttra vegin og snara beinleiðis til vinstru í rundkoyringini, heldur at koyra allanvegin runt, fyri at koyra niðaneftir Leitisbrekku.

Vaktleiðarin greiðir frá, at í hálvan annan tíma – frá klokkan 07.30-08 – vórðu í alt sjey sakir skrivaðar niður, sum øll snúðu seg um sama brot, og tað er heldur sjáldsamt, at so nógvar sakir eru um sama mál.

Allir sjey bilførararnir fáa eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót.

Eisini varð eitt mál skrivað niður, tí eitt barn ikki var bundið í trygdarbelti, og tað gevur eisini eitt klipp í koyrikortið og eina bót.

Løgreglan hevði eisini peikifingurin á lofti nakrar ferðir, tí bilførarar ikki høvdu ruddað kava av lyktum, nummarplátum og rútum, men ein bilførari fekk bót, tí viðkomandi mestsum ikki hevði ruddað kavan av forrútinum.