Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmaður: Sjálvandi skulu bøtur sum verða givnar í Føroyum rindast í landskassan

Hoyr samrøðuna Árna Gregersen gjørdi í tíðindasendingini á døgurða við Aksel V. Johannesen um tað, at Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt løgmann, um nøkur ætlan er um at tryggja, at bøtur, sum verða givnar í Føroyum, fara í Landskassan, ístaðin fyri at tær, sum nú, allar enda í danska statskassanum.

Løgmaður slær fast, at sjálvandi skulu bøtur sum verða givnar í Føroyum rindast í landskassan, ið hvussu er innan øll yvirtikin málsøki.