Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Umboðsmaður: Stórur áhugi fyri Adriani

Fleiri feløg hava eitt vakið eyga við føroyska profilinum í Hillerød, sum hevur fingið eina flúgvandi byrjan í danska felagnum

Vit kenna øll dygdirnar hjá Adriani Justinussen á einum fótbóltsvølli her í Føroyum, men nú hava danir av álvara eisini fingið eyguni upp fyri manninum við sínum dundurskoti, ið longu hevur skorað sjey mál í fimm dystum fyri nýggja felag sítt, Hillerød.

Sambært danska Tipsblaðnum, so hava fleiri feløg nú spurt seg fyri um Adrian, millum annað úr Norra og Svøríki. 

– Tað er rætt, at fleiri útlendsk felag hava víst áhuga fyri Adriani, men tað er ikki nakað, ið vit brúka so nógva tíð upp á, sigur umboðsmaðurin hjá honum, Anders Hansen frá NextStep Sports Management.

Harumframt skrivar Tipsblaðið, at í dystinum móti AC Horsens í kvøld verða umboð frá italskum feløgum til staðar til dystin, at hyggja nærri eftir Adriani.

– Okkara fokus eru hansara komandi dystir fyri Hillerød, og so kunnu vit hyggja nærri eftir áhuganum fyri Adriani í summar, tá flytingargluggin nærkast, greiðir Anders Hansen frá fyri Tipsblaðnum.