Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard leggur frá sær sum forkvinna í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi

Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við verandi forkvinnuna í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, ið segði í samrøðuni í tíðindasendingini klokkan 17, at hon leggur frá sær sum forkvinna á flokstinginum hjá Tjóðveldi, sum er í Hósvík í vikuskiftinum. Sigrid greiddi eisini frá einum pallborðsfundi Tjóðveldi skipar fyri um bústaðarviðurskiftini í Føroyum.