Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúrður H. Hoydal: Hetta er størsta “set up” nakrantíð til ein útidyst hjá Føroyum

Í tíðindasendingini klokkan 17 fekk Árni Gregersen hondbóltsfrásøgumannin, Sjúrð H. Hoydal á tráðin til eina dagføring úr Reykjavík, tvey samdøgur undan týdningarmesta landsdystinum nakrantíð hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Føroyar spæla móti Íslandi á Ásvellum á Hafnarfirði, sunnudagin klokkan 17, og Sjúrður hevur ongantíð sæð eitt størri “set up” nakrantíð til ein útidyst hjá Føroyum. Sjúrður er vónríkur um, at føroysku kvinnurnar við tí menning og framgongd tær hava víst kunnu fáa eitt úrslit, ið ber liðið til EM-endaspælið í Sveis, Eysturríki og Ungarn í november og i desember í ár. Sjúrður sigur beinleiðis frá dystinum millum Ísland og Føroyar á FM1, og hann verður beinleiðis ígjøgnum frá Ásvellum á Hafnarfirði, sunnudagin frá klokkan 16.50.