Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1 sigur frá Skála-KÍ klokkan 19 í kvøld – Dysturin er fluttur tveir tímar

Trygvi Absalonsen sigur í kvøld beinleiðis frá dystinum í Betrideildini hjá monnum millum Skála og KÍ, ið byrjar undir Mýruhjalla á Skála, leygardagin klokkan 19. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina verður Knút Bjarnaskor Johannesen.

Dysturin skuldi upprunaliga byrja klokkan 17, men er av veðurávum fluttur til klokkan 19. Tá væntast veðurlíkindini at vera væl frægari.