Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr Bjartu, Turið, Janu, Elsu, Rakul, Lív, Súnu og Brynju seta orð á søguligu EM-luttøkuna

Hoyr sjey av kvinnunum, ið hava skrivað føroyska hondbóltssøgu og føroyska ítróttarsøgu í samrøðu við reportarin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal seta orð á bragdið og kenslurnar at hava vunnið Føroyar til EM-endaspælið í hondbólti, ið verður í Sveis, Eysturríki og Ungarn síðst í hesum árinum. Sjúrður prátaði við Bjartu O. Johansen Turið A. Samuelsen, Janu Mittún, Elsu Egholm, Rakul S. Wardum, Lív S. Poulsen, Súnu K: Hansen og Brynju Høj aftaná EM-luttøkan var í hús.

Mynd: Eyðstein Zachariassen