Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr dystarendan Ísland-Føroyar 24-20 (12-8) – og samrøðu við landsliðsvenjaran um dystin og søguligu EM-luttøkuna

Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum seinastu minuttunum av EM-undankappingardystinum millum kvinnulandsliðini hjá Íslandi og Føroyum, ið Ísland vann 24-20 (12-8) á Ásvellum á Hafnarfirði. Tað bleiv ein minnilig og ógloymandi løta, tá vit sum fjórðbesti tríararin vunnu okkum í EM-endaspælið fyri fyrstu ferð í søguni. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við landsliðsvenjaran, Claus Mogensen sum ikki var nøgdur við sjálvan dystin í kvøld, men sjálvandi var samlað sera glaður og nøgdur um, at tað bar á mál hjá Føroyum.

Mynd: Harald Bjørgvin.