Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Norðurlandaráðið fyrstu tingsetu í Føroyum í morgin

Upprunaliga vóru tað formaðurin og næstformaðurin í donsku sendinevndini, ið ynsktu hesa broyting.

Í dag og í morgin hevur Norðurlandaráðið sína árligu evnisráðstevnu í Føroyum.

Hetta er fyrstu ferð, at hon verður hildin í Føroyum. Millum uppskotini, ið verða viðgjørd í Præsidiet tann 8. apríl, er uppskotið frá Erlingi Eidesgaard og Johan Dahl. Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at øll átta londini í Norðurlondum fáa fast pláss í formansskapinum.

Upprunaliga vóru tað formaðurin og næstformaðurin í donsku sendinevndini, ið ynsktu hesa broyting.

Málið fall kortini undir viðgerðini í donsku sendinevndini.

Tí hava føroysku norðurlandaráðslimirnir nú sjálvir sent inn uppskot um at broyta fundarskipanina hjá Norðurlandaráðnum soleiðis, at øll átta lond fáa sess í formansskapinum. Hetta fer at tryggja eitt meira javnbjóðis arbeiði í tí norðurlendska arbeiðinum, halda Erling Eidesgaard og Johan Dahl.