Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landssjúkrahúsið fær nýggjan CT-skannara

Nýggi skannarin skal bæði lætta um arbeiðsbyrðuna hjá gamla skannaranum, men kann eisini meira enn tann gamli, tí hann er meira tøkniliga framkomin

Í morgin, týsdagin 8. apríl, verður nýggjur CT-skannari settur upp á Landssjúkrahúsinum.

Nýggi skannarin skal húsast, har gamla skjalasavnið var.

Landssjúkrahúsið skrivar á sínum Facebook-vanga, at í samband við, at nýggjur skannari verður settur upp, so verður avmarkað ferðsla við høvuðsinngongdina á Landssjúkrahúsinum frá klokkan 7-11, og verður tí í hesum tíðarskeiðnum víst til inngongdirnar við Kapellið og Blóðbankan.

– Vegleiðarar fara at hjálpa og vísa fólki veg á staðnum, skrivar Landssjúkrahúsið á sínum Facebook-vanga.

Núverandi CT-skannari, sum er vorðin 12 ár, verður brúktir at gera skanningar av fólkið bæði dag og nátt, so Landssjúkrahúsið sigur, at tað verður kærkomið at fáa ein afturat.

– Tann nýggi skannarin er av allar kraftigasta slagið og gevur eina betri heildarmynd, tí hann arbeiðir skjótari enn tann gamli. Eitt nú, er hann góður at skanna hjørtu, sum so kent flyta seg allatíðina, og tí kunnu vera ring at fáa støðuga mynd av í gamla skannaranum. Hetta er eitt frambrot fyri okkum og ferð at geva øllum, ið hava tørv á skanning, eitt enn betri tilboð og meira nágreiniliga skanning.

– Tann nýggi CT-skannarin gevur okkum víðkaðar møguleikar innan diagnostikki, tí vit fáa meira nágreiniligar myndir av tí sum er innaní okkum. Tað diagnostiska økið mennist við rúkandi ferð, og soleiðis eru starvsfólk von við at støðugt laga seg eftir nýggjum umstøðum á Landssjúkrahúsinum, skrivar Landssjúkrahúsið.