Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skulu spæla í nógvum hita í Podgorica

Hitin fer at liggja um tey 24-25 stigini í høvuðsstaðnum í Montenegro í dag, Podgorica, tá føroyska kvinnulandsliðið skal spæla ímóti Montenegro, sum í sínum fyrsta dysti í undankappingini vann stórsigur á Andorra

Eftir eitt tepurt 1-0 tap fyri Grikkalandi fyri fýra døgum síðani, er EM-undankappingardystur aftur á skránni í dag – hesaferð á útivølli móti Montenegro. Føroyska liðið stóð seg væl ímóti grikkum, og kann heilt víst taka nógv gott við sær, nú ein nýggj avbjóðing stendur fyri framman.

Dagsins mótstøðulið er ikki ókent fyri okkara kvinnur. Í Nations League kappingini í fjør, tá Føroyar og Montenegro vóru í bólki saman, var upplivingin hjá okkara kvinnum tó einki serlig – serliga ikki í seinna dystinum, sum montenegrisku kvinnurnar vunnu stórt.

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Montenegro nummar 89, nakað frammanfyri Føroyar, sum er nummar 110 av teimum 193 londunum, ið eru á listanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni.

Føroyski hópurin kom úr Grikkalandi til Montenegro seint leygarkvøldið, og síðani hava tvær venjingar og nakrir fundir verið á skránni. Sum heild eru allar væl fyri til dystin í dag, ið væntandi verður spældur í nógvum hita – møguliga eini 24-25 hitastigum, tá dysturin verður spældur – og næstan ongum vindi, 2-3 metrar um sekundið.

EM-undankappingardysturin á Gradski Stadion í Podgorica millum Montenegro og Føroyar verður floytaður í gongd klokkan 15:30, og verður vístur beinleiðis í Kringvarpinum.

IMG_6783

IMG_6723

IMG_6715

IMG_6711

IMG_6703

Myndir frá venjingini sunnudagin – Fotografur: Jakoba Svensdóttir

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF