Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stór nøgd av víni og spiritusi stolið í gjár

Tveir mans eru handtiknir

Í gjár varð eitt uppslag deilt nógv á Facebook, har ein fyrrverandi fyriskipari av einum tónleikafestivali eftirlýsti vitnir ella royndi at venda sær beinleiðis til fólk, eftir at tað var greitt, at stórar nøgdir av víni og spiritusi varð stolið úr hansara bústaði.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at løgreglan fekk eina fráboðan fyrrapartin í gjár, at upp ímóti hundrað fløskur av víni og spiritusi var tikið úr einum bústaði í miðbýnum í Havn.

Í samband við hendan heldur stóra stuldur av rúsdrekka, so handtók Føroya Politi tveir mans í gjárkvøldið, sum nú eru skuldsettir fyri hetta innbrotið í miðbýnum í Havn.

Í verandi stund fær vaktleiðarin ikki sagt so nógv um málið, men sigur tó, at løgreglan arbeiðir við at føra hesar báðar menninar fram fyri Føroya rætt í dag.

Politiið heldur seg hava funnið meginpartin av tikna víninum og spiritus aftur.

Uppslagið, ið varð deilt yvir 200 ferðir á Facebook í gjár, eru nú tikið niður.