Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Umsóknarfreistin til kvotu 2 nærkast

Tann 15. apríl er umsóknarfreistin at søkja um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum gjøgnum kvotu 2

Ætlar tú tær at lesa á Fróðskaparsetrinum, so nærkast freistin at søkja inn alsamt.

Umsóknarfreistin fyri kvotu 2 til 25 universitetsútbúgvingar á altjóða stigi á Fróðskparsetrinum er 15. apríl. 

– Okkara universitet letur dyrnar upp fyri tær, sum vilt hava meira enn bara eina útbúgving. Vit bjóða eina menningarferð, har tú á øllum stigum hvessir tínar førleikar, bæði sum menniskja og sum spírandi fakfólk, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðu sínari.

Tá ið søkt verður gjøgnum kvotu 2, so kunnu allir tínir førleikar telja við. Tíni skúlaprógv, tínar arbeiðsroyndir, títt frítíðarvirksemi og tín motivatión. Men skjalprógv skulu til.

Les meira um, hvussu tú fært tína kvotu2-umsókn ordiliga góða her.

Ert tú í iva, um tú skalt søkja gjøgnum kvotu 2 ella 1, les so meira her.

Á Setrinum eru umleið 1.000 lesandi.