Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ber ikki til at kekka inn í Kastrup í løtuni

Nógv politilið eru til staðar í Kastrup Floghavn, tí okkurt illgrunasamt er á vási

(Dagføring: Flogvøllurin er nú opin aftur, og løgreglan fann einki illgrunasamt)

Fleiri løgreglulið í Keypmannahavn er í løtuni stødd við flogvøllin í Kastrup.

Orsøkin er, at vegna illgrunasom viðurskifti, hevur politiið valt at lata allar innskrivingarpultarnar aftur, so ikki ber til at kekka inn í løtuni.

Tað skrivar løgreglan í Keypmannahavn á X, sum fyrr æt Twitter.

Ekstra Blaðið skrivar, at tann sonevnda “Rullimaria” er til staðar í økinum, og tá plagar tað at vera illgruni um onkra bumbu, men løgreglan í Keypmannahavn hevur ongar viðmerkingar til tað, sambært Ekstra Blaðnum.

Heldur er ikki vitandi í løtuni, hvussu leingi terminalarnir verða stongdir í flogvøllinum í Kastrup, ella hvussu hetta kann ávirka flúgvingina til Føroya í dag.

(Mynd: Kenneth Meyer/privat)