Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fróðskparsetrið vitjar miðnámsskúlarnar

Nú er Fróðskaparsetrið farið á ferð kring landið til miðnámsskúlarnar at greiða frá, hvørjar góðar møguleikar næmingarnir hava at taka eina hægri útbúgving her í Føroyum

Herfyri var toymið hjá lestrarvegleiðarunum á Fróðskaparsetrinum á Miðnámi á Kambsdali, har elstu næmingarnir fingu høvi at kunna seg um møguleikarnar, sum eru at taka eina hægri útbúgving á okkara universiteti.

Fyrrapartin í dag hevur Setrið, saman við Vinnuháskúlanum og Hægri Námi, verið á Glasir, har básar eru við fólki og tilfari til tey ungu, sum umhugsa at fara undir hægri útbúgving. 

Í morgin, 11. apríl, verður Fróðskaparsetrið á Tekniska skúla í Klaksvík á Mýrivegi 2, har básur verður uttan fyri miðlasavnið.

Seinni í mánaðinum verður eisini farið á Miðnám í Vestmanna og Miðnám í Suðuroy.

Umsóknarfreist til kvotu 2 er 15. apríl og til kvotu 1 tann 1. juli.