Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú búgva umleið 54.600 fólk í Føroyum

Fólkatalið vaks við 439 fólkum frá mars í fjør til mars í ár

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan.

Tann 1. mars í ár búðu 54.591 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur upp á 0,8 prosentstig, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeið, skrivar Hagstovan.

m

Færri flyta
Gongdin er, at færri flyta til og úr Føroyum.

Hagstovan skrivar, at í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Seinasta árið var hon 274 fólk. 

Eisini vísa hagtølini, at færri verða fødd og færri doyggja seinastu tvey árini. Føðitølini eru minkað so mikið nógv nú, at tey eru á støði við tey frá 1985.

– Deyðatalið er minkað niður á stigið, sum var frammanundan vøkstrinum í deyðatalinum í 2022. Áðrenn minkingina í burðaravlopinum, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani, lá burðaravlopið millum 200 og 300 børn. Seinasta árið var tað 165 børn, skrivar Hagstovan.