Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pál Weihe: – Vita ikki hví tað tekur longri tíð hjá monnum at fáa staðfest lungnakrabba og fara í viðgerð

Tað tekur upp ímóti trimum vikum hjá monnum enn kvinnum, at fáa staðfest lungnakrabba og fara í viðgerð, men tað skal kannast nærri, hví so er, sigur Pál Weihe, yvirlækni og professari

Hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa, at 25 prosent av øllum andlátum í Føroyum í 2020 vóru orsakað av krabbameini, og harav var lungnakrabbi tað slagið av krabba, sum flest doyðu av.

Í master-ritgerð, ið Annika Haraldsen Lindenskov og Halla Potts hava skrivað, var endamálið at kanna møguligar orsøkir til kynsmunin í yvirlivilsi fyri føroyskir lungnakrabbasjúklingar í tíðarskeiðnum frá 2015-2020, har tað tekur longri tíð hjá føroyskum monnum at fáa staðfest lungnakrabba og fara í viðgerð, í mun til kvinnur.

– Vit vita ikki, hví tað er so, men hetta eiga vit at kanna nærri, sigur Pál Weihe, yvirlækni og professari.

Hoyr samrøðu her: