Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Álvur Højgaard: – Hetta er ein liður í endurnýggjanini av okkara flota

Ársins virkið í fjør, Navigare Shipping, sær ljóst upp á framtíðina, og nú hevur felagið gjørt avtalu um fýra nýggj skip, sum skulu latast felagnum komandi trý árini

Navigare Shipping skal byggja fýra nýggj skip, sum skulu byggjast í Niðurlondum.

– Eftir ætlan verður fyrsta av teimum fýra nýggju skipunum latið Navigare í endanum av 2025, og so koma tvey í 2026 og tað fjórða í 2027, sigur stjórin í Navigare Shipping, Álvur Højgaard.

Stjórin sigur, at hetta er ein liður í endurnýggjanini av flotanum hjá Navigare Shipping, sum telur 15 skip.

Árni Gregersen tosaði við Álv Højgaard, stjóra í Navigare: