Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skoraði 10 mál í sama dysti

Talan er framvegis um størsta sigur og størsta tap.

Luton Town keypti 20 ára gamla Joe Payne frá Bolsover Colliery í 1934, har hann fyri tað mesta spældi sum miðframherji, men í Luton spældi hann mest fyri eykaliðið sum hálvbakkur (miðvallarleikari) og varð eisini lántur út til Biggleswade Town.

Payne spældi fyrsta dystin í landskappingini fyri Luton tann 29. desember 1934 ímóti Southend United og hann spældi ein dyst afturat tað kappingarárið. Í kappingarárinum 1935-36 spældi byrjaði hann fýra dystir sum hálvbakkur, har tann seinasti var tann 21. september 1935 ímóti Crystal Palace og hann spældi ikki aftur á besta liðnum fyrr enn 13. apríl 1936 í einum dysti ímóti Bristol Rovers. Orsakað av, at Jack Ball og Bill Boyd vóru skaddir, so spældi Payne sum miðframherji og skoraði so mikið sum 10 mál í 12-0 sigrinum, sum framvegis er met í ensku Fótbóltsdeildini. Fyri roysni sítt fekk hann £2 í eykaágóða umframt vikulønina á £4. Árið eftir skoraði hann 55 mál í 39 dystum fyri Luton Town, sum vann 3. deild Suður. 20. mai 1937 spældi hann einasta landsdystin fyri Ongland, har hann skoraði 2 mál í 8-0 sigrinum á Finnlandi.

Í mars 1938 keypti Chelsea Joe Payne fyri heili £5.000.

12-0 er framvegis størsti sigurin hjá Luton Town og størsta tap hjá Bristol Rovers nakrantíð.