Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Poul Kallsberg: Tað bleiv panikkur móti endanum

Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum í Sarpugerði, sum Víkingur vann 2-1 (0-0) á Skála. Hoyr eisini samrøðurnar Árni Gregersen gjørdi við fyrra málskjúttan hjá Víkingi, Poul Kallsberg, og við málverjan, ið vardi málið hjá Skála væl, Karstin Hansen. Poul staðfestir, at tað bleiv panikkur móti endanum tá Skála minkaði um munin til 1-2, men hann fegnast um, at teir knógvaðu sigurin. Karstin iðrar seg um, at Skála stendur við ongum aftaná eitt framúr gott avrik og góðan hugburð.

Mynd: Víkingur