Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tyrlan eftir russiskum sjófólki

Trolarin var 230 fjórðingar norðanfyri Føroyar, tá ein av manningini hevði tørv á hjálp

Í gjáramorgunin beint eftir klokkan 08 fekk MRCC boð um – umvegis Faroe Agency – at ein av manningini á einum russiskum trolara, Lazurnyy, hevði tørv á hjálp.

Skipið var tá 230 fjórðingar norðanfyri Føroyar.

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog varð send avstað eftir viðkomandi, og fleyg so til Landssjúkrahúsið.

Seint seinnapartin í gjár bleiv eisini boðað frá, at ein bátur hevði fingið maskinbrek í Skopunarfirði, og hevði tørv á hjálp at verða sleipaður til lands aftur. Rescue Arun bleiv sendur avstað, og sleipaði síðan útróðrarbátin til Skopunar, skrivar Vørn á heimasíðu sínari.