Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag heldur fram

Føroya Handverksmeistarafelag hevði aðalfund fríggjadagin í farnu viku, og nevndin hevur nú skipað seg

Føroya Handverksmeistarafelag hevði aðalfund fríggjadagin í Vinnuhúsinum fríggjadagin. Fyri vali stóð Dávur Høgnason. Hann tók við afturvali og bleiv eisini afturvaldur.

Á nevndarfundi stutt eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum frammanundan, við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni.

Hinir í nevndini eru Magnus Magnussen, Petur Frank Joensen, Jens Kristian Haraldssen og Sjúrður Holm.

Kelda: Vinnuhúsið