Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggjur formaður í Samskifti

Nýggjur formaður í Samskifti er Michael Koba

Tann 18. apríl hevði Samskifti aðalfund í Vinnuhúsinum, og nú hevur nevndin skipað seg.

Niels Uni Dam stillaði ikki uppaftur sum formaður, og í hansara stað varð Michael Koba valdur. Nevndin í Samskifti verður vald fyri eitt ár í senn, og nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

  • Michael Koba, formaður
  • Rókur Jákupsson Jakobsen, næstformaður
  • Tór Verland Johansen, nevndarlimur
  • Niels Uni Dam, nevndarlimur

Samskifti – sum kallaðist Reklamufelagið fram til 2009 – varð stovnað í 2002. Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum. Flestu føroysku lýsingarfyritøkurnar eru limir í Samskifti.

– Samskifti arbeiðir fyri, at lýsingarfyritøkur skulu hava góðar og javnbjóðis treytir at virka undir. Felagið vil, at útboð eru gjøgnumskygd og væl úr hondum greidd, skrivar Samskifti í tíðindaskrivi.