Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ov nógvir hundar ganga leysir á Sandi

Sands kommuna er tí komin við eini áheitan til tey, ið eiga hund

Løgreglan hevur boðað Sands kommunu frá, at tað er ein stórur trupulleiki við leysgagngandi hundum á Sandi.

Heimasíðan hjá Sands kommunu skrivar, at tað eru fólk í bygdini, ið hava meldað leysgangandi hundar til løgregluna.

Í hesum sambandi hevur løgreglan gjørt Sands kommunu greitt, at um trupulleikin við leysgangandi hundum heldur fram, so kemur løgreglan suður til Sands fyri at taka hesar leysgangandi hundarnar upp.

Tí heitir Sands kommuna á fólk, sum eiga hund, at fáa hetta í rættlag.

– Hendan áheitanin er gjørd í samráð við løgregluna, skrivar kommunan.

Sands kommuna vísir til lógina um hundar, sum kann lesast her:

Løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar