Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Húsareynstunnilin verður skotin ígjøgnum í morgin

Í morgin, mikudagin tann 17. apríl klokkan 15, verður Húsareynstunnilin sprongdur ígjøgnum

8. mai í fjør varð fyrsta skotið latið av, og í morgin 16. apríl verður Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum.

Tað verða teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, sum fara at lata seinasta skotið av. 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

Borgarstjórin sigur nøkur orð á staðnum.

Á kortinum niðanfyri sæst, hvar áhugað kunnu standa og hyggja, tá skotið verður latið av. Fólk frá kommununi verða á staðnum og leggja lag á ferðsluna.

Aftaná verður farið yvir á Hotel Føroyar at fáa kaffi og køkur í forhøllini.

Tunnilin er 1,84 kilometrar til longdar og samlaða vegalongdin á innkomuvegnum frá rundkoyringini omanfyri Hvítanes og til Marknagilsvegin, íroknað tunnulin, verður 6,25 kilometrar.