Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Borgarstjórin: Tjóðleikhúsið verður á Bursatanga

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at málið um nýggja Tjóðleikhúsið er endaliga avgreitt

– Málið um staðsetingina av Tjóðleikhúsinum er einmælt samtykt og avgreitt av býráðnum fyri meira enn tveimum árum síðan. Og eg leggi ikki málið aftur fyri býráðið.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn í morgun.

Bæði havnameistarin og varaborgarstjórin í Havn vístu í gjár á, at tað, at seta seta 8.000 fermetrar av til Tjóðleikhús á Burstanga ikki er í tráð í samtyktina hjá býráðnum, ið sigur 4.000 fermetrar.

Hesum vísir borgarstjórin aftur og sigur, at avsetta økið til sjálvt Tjóðleikhúsið var 4.000 fermetrar, men tað var partur av eini heildarætlan fyri eystara havnarøki, sum var eitt vegleiðandi amboð fyri, hvussu økið skal skipast í framtíðini.

– Eitt tílíkt øki umfatar sjálvandi vegir, grøn hugnaøki og alment felags parkeringsøki umframt, sigur Heðin Mortensen.

– Málið snýr seg einans um at fáa Tjóðleikhúsið at passa inn í hesa heildarætlan. Tað hava vit havt ríkiligt av tíð til. Og eg fari nú sum borgarstjóri saman við umsitingini at taka mær av at fáa gjørt ein sáttmála skjótast, so málið ikki óneyðuga verður órógvað og drigið longur út.

– Fantasifullu uppskotini um alternativar plasseringar havi eg ongar viðmerkingar til. Málið er í mín verð samtykt og avgreitt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Les eisini: