Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1 sendir beinleiðis frá Føroya Banka í samband við EM-lutakastið hósdagin klokkan 17

FM1 verður til staðar í Føroya Banka á Oknarvegi í Havn í samband vi EM-lutakastið, tá vit fáa at vita hvørjum trimum liðum føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti møtir í innleiðandi EM-bólkinum í EM-endaspælinum í Sveis, Eysturríki og Ungarn. Prátað verður við umboð fyri føroyska hópin. Lutakastið byrjar klokkan 17.

Mynd: Eyðstein Zachariassen