Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

J&K Petersen 7,7 milliónir í avlopi fyri skatt

Roknskapurin hjá J&K Petersen fyri 2023 vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi, eftir at 2022 og 2021 vóru tvey tung ár hjá byggifyritøkuni

– Vit hava veruliga fingið vind í seglini aftur, tó at vit longu fyrra hálvár í fjør sóu, at ljósari tíðir vóru fyri framman. Vit eru sera fegin um, at vit megnaðu at halda fast um góðu gongdina og at skapa positivt úrslit, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður í tíðindaskrivi, tá hann stutt tekur saman um virksemið hjá J&K Petersen í 2023.

Á aðalfundinum 15. apríl var ársroknskapurin fyri 2023 lagdur fram og samtyktur. Umsetningurin hjá samtakinum var 339,5 milliónir krónur í fjør, og hetta er tað mesta í søguni hjá samtakinum, sigur felagið.

Roknskapurin vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi fyri skatt, og nevnd og stjórn meta, at úrslitið er nøktandi – serliga sæð í ljósunum av mongu avbjóðingunum, sum felagið hevur havt.

Umframt viðgerð av ársroknskapi, skipaði nevndin seg av nýggjum á aðalfundinum. Christian Andreasen heldur fram sum nevndarformaður, og Klaus Rasmussen og Ragnhild A. Petersen sum nevndarlimir. Jóannes Niclasen tók ikki við valinum aftur, Karl Andrias Petersen var valdur í hansara stað.

Christian Andreasen vísir á, at eigarar, leiðsla og starvsfólk vóru sera trúføst, tá felagið kom í tungan búskaparligan andróður í 2022 og 2021, og at viðskiftafólk hava víst stóra vælvild, tá neyðugt var at taka stór tøk fyri at fáa felagið á rætta kós aftur.

Samtakið telur feløgini J&K Petersen Contractors, J&K Betong, Klettur og Miðvágs Grót.

Umleið 130 fólk starvast hjá J&K Petersen.