Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danir keypa Rock Trawldoors í Vági

Thyboron Trawldoors hevur gjørt semju við Rock Trawldoors um, at felagið keypir øll partabrøvini

– Framleiðslan í Vági heldur fram sum áður við sama stjóra og fer framhaldandi at virka sum sjálvstøðugt felag

Tað skrivar danska felagið Thyboron Trawldoors, nú felagið hevur keypt Rock Trawldoors í Vági.

Lemmavirkið Rock Trawldoors heldur fram við somu leiðslu og starvsfólkum, har Petur Kjærbæk er stjóri og Samal Trolle er framleiðsluleiðari.

– Vit í Thyboron Trawldoors eru sera errin um, at partaeigararnir hava álit á okkum, at vit fara at halda fram við 20 ára royndunum hjá Rock Trawldoors í sama anda, og vit eru spent upp á framtíðina, skrivar felagið, ið nú eigur lemmavirkið í Vági.

Felagið sigur, at málið verður at menna framleiðsluna í Føroyum enn meira, og at tryggja lokala framleiðslu av góðari góðsku í Føroyum.

Rock Trawldoors byrjaði sítt virksemið í 2004.

17 fólk arbeiða á lemmavirkinum í Vági.