Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Barnafótbóltur í B36-Varpinum

Limur í ungdómsnevndini vitjar í studio

Í dag verður barnafótbólturin í B36 viðgjørdur í B36-Varpinum.

Gestur er Fróði Jacobsen, limur í ungdómsnevndini, sum eisini hevur verið barnavenjari í felagnum í nøkur ár.

B36-Varpið er at hoyra hósdag klokkan 16 á FM1. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

Vertur er Ronnie Thomassen.

B36-Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.