Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Árliga MC-gudstænastan verður í ár í Vágsbotni

Árliga MC-gudstænastan verður í ár hildin sum uttanduragudstænasta niðri í Vágsbotni í Havn, leygardagin 20. apríl klokkan 15

Hetta er 18. ferðin at MC-gudstænasta verður hildin. Byrjað var í Vesturkirkjuni í 2006, og síðan hevur árliga gudstænastan verið hildin á í ymsum kirkjum og samkomuhúsum.

– Cross-Bikers MC-Føroyar, er ein tvørkirkjuligur MC-felagsskapur, har vit vilja halda sambandið við alt Guds fólk kring alt landið. Tann seinasta varð hildin uppi í Lívdini í Hoyvík í 2022, skrivar fyriskipararnir.

Áðrenn gudstænastuna verður skipað fyri felags koyring. Hesa ferð er ætlanin at royna nýggja Sandoyartunnilin, har koyrt verður til Sands, har ein lítil steðgur verður, áðrenn alt fylgið koyrir aftur til Havnar og endað verður so niðri í Vágsbotni, har ætlann er, at fjøldin fer at sita uppi í trappuni, sum er gjørd til eitt slíkt hald.

– Tað hevur verið ein dreymur í fleiri ár at kunna hava eina uttanduragudstænastu, og nú býðst so eitt høvi til tað. Skráin er longu løgd, og kemur hon at innilhalda bæði felagssang, talu og ymsar sangframførslur. Í ár verður tað Billy Hansen, ið kemur at tala, og sangbólkurin The Gadders av Toftum og vælkendi countrysangarin Magni Christiansen koma at syngja nakrar sangir fyri okkum.

– Sum vant enda vit altíð gudstænastuna við at øll fjøldin syngur 1. versið av tjóðsanginum “Tú alfagra land mítt”, skriva fyriskipararnir.

Í samband við gudstænastuna, so fara vegir at verða stongdir í miðbýnum leygardain.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at fleiri vegir verða stongdir í miðbýnum leygardagin 20 apríl frá klokkan 14.30 til 16.30 í sambandi við MC-gudstænastu í Vágsbotni. Talan er um hesar vegir:

  • Frá Bøgøtu til Vágbotn
  • Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
  • Mylnugøta
  • Undir Bryggjubakka
Les eisini...  Kappingin hjá kvinnunum í nýggjan ham