Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sáttmáli undirskrivaður um læknamiðstøðina í Gøtudali

Fyrr í ár samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av tilboði frá Articon í samband við útbygging og umvæling av læknamiðstøðini í Gøtudali

Í gjár, hósdagin 18. apríl, varð sáttmáli millum Eysturkommunu og Articon undirskrivaður um at út- og umbyggja læknamiðstøðina í Gøtudali.

Býráðið viðgjørdi málið í samband við fíggjarætlanararbeiðið í heyst, og nú er klárt at fara undir arbeiðið. Kommunan hevur tikið av tilboði frá Articon, ið fer undir at grava og byggja sum skjótast.

– Arbeiðið hevur í sær eina uppíbygging, umframt eina endurnýggjan av hitaskipan, ið skal veita hita til tann nýggja og gamla bygningin. Eisini er eitt ávíst arbeiði av nýggjari ventilatiónsskipan, og síðani sambinding av bygningunum, skrivar Eysturkommun.

Tað er Teknistovan í Gøtu, ið hevur teknað í samstarv við kommunu, lækna og avvarðandi myndugleikar.

Eysturkommuna hevur síðan samanleggingina í 2009 víst á, at skuldi tørvur verið á útbygging av hølunum, so vildi kommunan gera sítt til, at hetta læt seg gera. Tá Heilsutrygd fyrr í heyst setti ein lækna afturat í læknadømið, var tørvur á fleiri fermetrum í læknamiðstøðini í Gøtudali.

– Samskift hevur verið við lækna og Heilsutrygd um,  hvat hølini skulu innihalda. Loysnin, ið liggur á borðinum, er meira enn ein tvífalding av teimum fermetrum, sum eru í miðstøðini í dag. Hetta fer at gera tað møguligt hjá fleiri læknum og øðrum heilsutænastum at húsast undir somu tekju, skrivar kommunan.

Eysturkommuna sigur, at eftir ætlan verður klárt at flyta inn við ársenda í ár, og harvið verður aftur møguligt hjá øllum borgarum í Eysturkommunu at greiða síni læknaviðurskifti í viðtaluni í Gøtudali.