Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Úrslitið hjá Sev var 53,1 milliónir eftir skatt

Nevnd og stjórn eru nøgd við ársúrslitið fyri í fjør

– Methøg søla av elorku og methøg framleiðsla av burðardyggari elorku í 2023 hevur havt við sær, at úrslitið fyri skatt var 64,8 milliónir krónur og 53,1 milliónir krónur eftir skatt.

Hetta kom fram á aðalfundinum hjá Sev í dag.

Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið. 

– Eftirspurningurin eftir elorku og harvið sølan av el er økt góð fimm prosent, og setti met í 2023. Tað eru serliga alivinnan og privatkundar, sum standa fyri øktu søluni hjá Sev. Eisini kundabólkurin almennar tænastur keypti meira streym í 2023, meðan ein afturgongd var av elsøluni til framleiðsluvinnuna, skrivar Sev.

– Elframleiðslan úr grønum orkukeldum var eisini hægri enn nakrantíð, tó at hon var lægri enn væntað. Grøna elframleiðslan var 230 GWt, sum svaraði til góð 50 prosent av samlaðu elframleiðsluni. Orsøkin til, at grøna framleiðslan var lægri enn roknað við er, at nýggja stabiliserandi tøknin í meginøkinum var sett í rakstur seinni enn ætlað, og tí kom ikki so nógvur vindur til høldar, sum annars ætlað. Hetta merkti eisini, at oljuútreiðslurnar vóru hægri enn væntað.

Sev gjørdi íløgur fyri 210 milliónir krónur í fjør, har størsti parturin, 70 prosent, er íløgur í netið.