Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Miðlafelagið setur nýggj mál

Felagið Føroysk Miðlafólk hevði aðalfund leygardagin

Fundurin var setakliga væl møttur, nú felagið hevur sett sær nýgg mál, um at vera ein virknari og sjónligari partur av føroyskum fakfelagsarbeiði.

Formaðurin í felagnum stendur á hvørjum ári fyri beinleiðis vali á aðalfundinum, og fyri níggjundu ferð varð Jón Brian Hvidfeldt valdur sum formaður.

Øssur Winthereig, sum hevur sitið sum næstformaður í 14 ár, tók ikki við afturvali. Fyri hann er Georg L. Petersen nývaldur í nevdini. Georg hevur áður verið formaður í felagnum.

Uni Arge stóð eisini fyri vali og varð einmælt afturvaldur.

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum sær soleiðis út:

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður
Georg L. Petersen, næstformaður
John Johannessen, kassameistari
Uni Arge, skrivari
Beate L. Samuelsen, nevndarlimur
Krista Johnsdóttir Kreutzmann, tiltakslimur
Jens Kristian Vang, tiltakslimur