Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis á FM1 sunnudagin: Klokkan 15 Víkingur-B36 og frá klokkan 17.15 ÍF-NSÍ

Trygvi Absalonsen sigur beinleiðis frá tveimum dystum á FM1 sunnudagin. Klokkan 15 er tað dysturin millum Víking og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, og klokkan 17.15, tá Trygvi er komin upp á pláss í Fløtugerði í Fuglafirði er tað dysturin ÍF-NSÍ. Viðmerkjari í Sarpugerði verður Gert Hansen, og viðmerkjari í Fløtugerði verður Magnus Jørmundsson. Heimildarmaður til dystin 07 Vestur-Skála, ið byrjar á Dungasandi í Sørvági klokkan 15 verður Jóhannis Joensen.