Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bergur: Við betri døming hevði EB/Streymur fingið stig í Gundadali

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Teitur Joensen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í dystinum HB-EB/Streymur 2-1 (0-0). Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við tvímálsskjúttan hjá HB, Áka D. Samuelsen sum heldur, at HB avrikaði ikki nóg væl í fyrra hálvleiki, men tað bleiv betri aftaná steðgin. Hoyr somuleiðis samrøðuna Rúni gjørdi við Berg Poulsen hjá EB/Streymi, ið iðrar seg um, at EB/Streymur ikki fekk stig við sær norður aftur til Sundalagið. Bergur heldur, at við betri døming hevði EB/Streymur fingið stig í Gundadali í kvøld.

Myndir: Rúni á Reynatrøð