Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Video: Vestmenningur skipari á nýggjasta reikferðaskipinum hjá Cunard Lines

Inger Klein Thorhauge og Cunard fingu Queen Anne frá skipasmiðjuni fríggjadagin. Nú verður skipið fyrireikað til sín fyrsta túr

Queen Mary 2, Queen Elizabeth, Queen Victoria og nú er Queen Anne komið í flotan hjá Cunard Lines sum tað nýggjasta reikferðaskipið hjá felagnum, sum fer sín fyrsta almenna túr í næsta mánað.

Skiparið á Queen Anne er Inger Klein Thorhauge úr Vestmanna, sum hevur brúkt nakað av tíð at venja seg við tey mongu nýggju tólini á brúnni.

Hon sigur, at tað er ein stórur heiður, at sleppa at føra nýggja skipið.

– At standa við róðrið á nýggjasta skipinum hjá Cunard (felagið, ið eigur skipið, jour.) og føra felagið inn í eitt nýtt tíðarskeið er mær ein stórur heiður. Hetta er hæddarpunktið á mínari yrkisleið, og eg eri sera errin um at vera partur av hesum nýggja kapitli hjá felagnum, sigur Inger Klein Thorhauge, skipari á Queen Anne, við netmiðilin Crew Center.

Inger fer at hava eina manning upp á 1.225 undir sær umborð marglætis ferðamannaskipinum Queen Anne, sum tekur 3.000 ferðafólk. Skipið er er 322,5 metrar langt og 36 metrar breitt.

Hon hevur áður verið skipari á øðrum skipum hjá felagnum, millum annað á Queen Victoria og seinni eisini á Queen Elizabeth.

Skipið fer at sigla í Miðjarahavinum og í Norðurevropa í ár, áðrenn farið verður á eina heimsfevnandi ferð í 2025.

Fyrsta almenna ferðin verður tann 3. mai, og eftir tað verður The British Isles Festival Voyage á skránni, har skipið verður alment doypt í Liverpool tann 3. juni.  

Her er eitt videobrot um nýggja skipið, har eisini samrøða er við Inger: